Móttøka á flogvøllinum fyri nýggja farmaflogfarinum

Fleiri røður vóru á skránni, og gestirnir fingu rundvísing umborð á nýggja flogfarinum

Tveir glyvramenn, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Niclas Johannesen, tónleikari, til móttøkuna
Fríðmundur Nattestad
5. mars 2024 kl. 11:59

Føroysk flogsøga varð skrivað í gjár, tá fyrsta føroyska farmaflogarið nakrantíð kom til landið. Flogfarið er av slagnum Boeing 757-200, og nevnist “Eysturoy”. Tað er felagið FarCargo, ið er dóttirfelag í Bakkafrost samtakinum, sum eigur flogfarið.

Í morgun klokkan 10 var móttøka í Vága Floghavn, fyri nýggja flogfarinum, har fleiri røður og tónleikur vóru á skránni.

Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo

Umframt Birgir Nielsen, stjóra í FarCargo, sum bjóðaði vælkomin, hildu eisini hesir røður:

  • Bergur Debes Joensen, prestur

  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður

  • Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

  • Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo

Tónleikararnir, Lena Anderssen og Niclas Johannesen, framførdu eisini.

Eftir røðurnar fingu gestirnir rundvísing umborð á nýggja flogfarinum, "Eysturoy".