Myrkatøl: Møguliga fleiri koronuandlát enn áður hildið

31 føroyingar eru deyðir við koronu, sigur seinasta uppgerð hjá Landslæknanum. Men ábendingar eru um, at hetta talið kann vera væl hægri

Steinar Patursson
15. september 2022 kl. 14:48

Ábendingar eru um, at talið á koronuandlátum í Føroyum kann vera hægri, enn áður hildið.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Dimmalætting hetta vikuskiftið, at fráboðanir eru komnar frá ellisheimum um, at lutfalsliga nógv eru deyð í ár við tí, ið líkist lungnabruna.

Samstundis vísir feskasta uppgerðin hjá Hagstovuni, at munandi fleiri andlát hava verið í ár enn í fjør.

Meira er at lesa í Dimmalætting, ið fæst til keyps í handlum kring landið í kvøld, og sum eisini kann lesast á netinum her.