NAD Seafood roynir seg við hópfígging

- Dreymurin er at liva hesum, soleiðis sigur stigtakarin og eigarin av fyritøkuni NAD Seafood, Niclas Allan Danielsen, í samrøðu við Dimmalætting

Fiskakips frá NAD Seafood
Kristian Waag Dam
6. mai 2022 kl. 09:07

Á landingarmiðstøðini á Toftum heldur fyritøkan, NAD Seafood, til. Tað eru Niclas A. Danielsen og Arnhold Davidsen, ið eiga og reka fyritøkuna. Teir hava eina ætlan um at framleiða millum annað fiskakips og fiskabitar, og teir eru væl á veg, men enn eru teir ikki komnir heilt á mál. Tískil vóna teir við hópfígging at innsavna 150.000 krónur, so at teir røkka sínum málið. Vit á Dimmalætting fingu eitt prát við Niclas Allan Danielsen, ið er annar av eigarunum av fyritøkuni. Spurdur um nær fyritøkan byrjaði svarar Niclas Allan soleiðis:

- Síðst í 2017 byrjaðu vit at planleggja og á várið í 2018 keyptu vit okkara fyrsta turkara. Tá var ongin vinningur í tí. Síðan keyptu vit ein enn størri turkara, ið tekur upp til fýra kilo av fiski, sigur Niclas Allan Danielsen.

- Hugskotið fekk eg í 1992, men tá vóru maskinurnar alt ov dýrar. Við tíðini er hesin prísurin fallin og í 2018 keypti eg fyrsta turkaran, leggur hann aftrat.

Endamálið við felagnum, er at framleiða og selja føroyskan frystiturkaðan fisk og fiskavørur. NAD Seafood hevur ment eina framleiðslu av ymsum frystiturkaðum fiskasløgum, tó mest hýsu, og eru komnir til tvær høvðusvørur: Fiskakips og fiskabitar. Fyritøkan ynskir at fáa 150.000 krónur til vega ígjøgnum hópfígging. Hópfíggingin endar í kvøld á midnátt. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hópfígging verður nýtt í Føroyum. Fyritøkan Breyðvirkið og enntá Vágs kommuna hava bæði gjørt sær dælt av hópfígging. Sambært heimasíðuni, hopfigging.fo, so eru samanlagt 23 verkætlanir fíggjaðar av hópfígging. Haraftrat hava 74 prosent av verkætlanunum hjá hópfígging verið væleydnaðar. Til ber at stuðla NAD Seafood á hopfigging.fo.

NAD Seafood bjóðar brúkarinum at gjalda teimum upp til 150.000 krónur. Men hvat fær brúkarin, ið gevur Nad Seafood burturúr at geva eitt fíggjarligt ískoyti?

- Tey, ið geva okkara fyritøku eitt íkast ígjøgnum hópfígging, sleppa afturfyri sum tey fyrstu at fáa ta endaligu vøruna. Vit arbeiða og menna allatíð okkara vøru og tey skulu vera tey fyrstu, sum sleppa at royna endaliga vøruna. Tey fáa alt eftir hvussu nógv tey geva. Fyri summi kann tað tykjast sum at vit bidda fólk um pengar, men mann kann eisini siga, at brúkarin fær møguleikan at vera við til at fáa eitt virki upp at koyra.

Eitt er, hvat brúkarin fær burturúr, nakað annað er, hvat móttakarin fær burturúr upphæddini. Hvat ætla tit at brúka 150.000 krónur ígjøgnum hópfígging til?

- Vit ætla millum annað brúka peningin til at gera eina feilfría pakkaskipan. Nógv halda at vit kunnu bara pakka við hond, men soleiðis er tað ikki. Tað krevst ein maskina og hon er dýr. Tað er millum annað har ein partur av peninginum skal brúkast. Haraftrat skal innkomna upphæddin eisini nýtast til at gera ein nýggjan pakkning til okkara vøru.

Í skrivandi stund eru 23.200 krónur latnar. Sjálvt um ætlanin hjá NAD Seafood, er at fáa 150.000 ígjøgnum hópfígging, so er tað ikki vist, at teir fáa so mikið nógv. Fær NAD Seafood ikki 150.000 krónur ígjøgnum hópfíggin, hvat so?

- Fyritøka okkara stendur og fellur ikki við hópfígging. Um vit ikki fáa nóg mikið ígjøgnum hópfígging, so er tað ongin katastrofa. So verður endaliga vøran bara tað seinni á marknaðinum. Fáa vit tann stuðulin, ið vit vóna, so verður vøran til taks um áleið fýra til sjey vikur. Fáa vit ikki tann stuðulin, so mugu vit velja aðrar loysnir, ið ger at vøran verður nakrar mánaðar seinni á marknaðinum