Næstan vanlig ólavsøka

Eingin midnáttarsangur, eingin Tórsfest og einki stórt tivoli á Skálatrøð, men í smærri tivolibásum ymsastaðni í býnum í staðin. Ólavsøkan í ár verður eins og í fjør tillagað eftir koronustøðuni í landinum, men burtursæð frá tí sær hon út til at fara at verða næstan vanlig.

Katrin Erlendsdóttir
25. juli 2021 kl. 19:24

Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Ítróttarráð hava lagt ein leist fyri ólavsøkuna, soleiðis at undirhaldið á ólavsøku verður spjatt út í smærri eindir. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá. Gongst, sum ætlað, verður ólavsøkan skipað soleiðis:

Ikki tivoli á Skálatrøð

Hesin leisturin ber millum annað í sær, at tivoli ikki verður á Skálatrøð. Í staðin hava Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir fingið pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Í so máta fer ólavsøkan í ár at minna um ólavsøkurnar fyrr, tá ið undirhaldið ikki var savnað alt á sama stað, men var at finna ymsastaðni á leiðini oman í býin.

Matstovur og skeinkistøð úti

Fyri matstovur og skeinkistøð er leisturin hin sami sum í fjør. Tað vil siga, at verandi matstøð og skeinkistøð sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt.

Endamálið er at syrgja fyri so góðari frástøðu sum gjørligt bæði inni og úti og samstundis gera kaffi- og matstovurnar til part av ólavsøkuni. Av somu orsøk verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.  

Eingin midnáttarsangur

Midnáttarsangurin savnar ov nógv fólk á sama stað í mun til koronu. Midnáttarsangin mugu vit tískil hava til góðar til næsta ár, tá ið fleiri fólk vónandi sleppa at savnast aftur, boðar kommunan frá.

Tórsfest og Tórspallur avlýst

Tórsfest er strikað í ár. Hetta er konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð undanfarnu árini hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin fyri ólavsøku. Somuleiðis er gjørt av at strika tónleikapallin Tórspallur, ið plagar at standa framman fyri Ráðhúsið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Í staðin skipa vit fyri smærri tónleikaframførslum og fyri barnaundirhaldi kring um í miðbýnum.

Á ráðhústrappuni verður sostatt eingin stórur pallur, men her verða smærri framførslur við fólkakærum trubadurum ólavsøkudag og ólavsøkuaftan í staðin fyri størri orkesturframførslurnar, har vandi er fyri trokan.

Framførslurnar á ráðhústrappuni enda klokkan 22.45. Økið á Vaglinum og í Tinghúsgarðinum er sostatt ætlað sum eitt hugnaligt øki við tónleiki og benkrum undir tjaldi, har fólk kunnu hittast, sessast og hugna sær uttan at standa kroyst.