NATO: Russland brúkar stríðsvognar sum eru framleiddir í 1950`unum

Russiska landhermegin er undir trýsti

Ragnar Sjúrðarson
10. mai 2023 kl. 22:56

Russiska landhermegin er undir stórum trýsti og russiski herðurin er noyddur at brúka stríðsvognar, sum eru framleiddir í 1954.

Tað metir NATO, skrivar Ritzau.

-    Russland er farin at brúka øgiliga gamal tilfar. Vit síggja nú T-54 stríðsvognar á vígvøllinum, sigur formaðurin í hernaðarnevndini hjá NATO, Rob Bauer admiralur, á einum tíðindafundi í høvuðssætinum hjá NATO í Bruxelles í dag.

Sambært admiralinum hevur russiski herðurin tó sera nógvar T-54 stríðsvognar, og at Russland, hóast brúk av eldri tilfari, enn hevur stríðsmegi at halda fram við innrásini. Men samansetingin av styrkini er í broyting.

-    Teir fara at brúka fleiri fólk sum eru í herðskyldu og tí ikki eru væl vand. Og teir fara at brúka eldri tilfar, sum er meira óneyvt, men hinvegin kann nýtast í eini størri mongd, sigur Rob Bauer.

Ukraina fer, sambært admiralinum, at leggja størri dent á góðsku í teirra hernaðarliga tilfari, takkað verið nýmótans vápnum sum vestanlondini hava latið.