Netflix heimildarrøð um Mourinho

Heimildarrøðin um stjørnuvenjaran kann stroymast í 2025

Fríðmundur Nattestad
21. mars 2024 kl. 17:30

Í 2025 kemur ein heimildarrøð í fýra pørtum á Netflix, um portugisiska fótbóltsvenjaran José Mourinho.

Røðin fer at snúgva seg um 25-ára longu yrkisleiðina hjá Mourinho, har hann hevur verið venjari hjá Porto, Chelsea, Inter, Real Madrid, Manchester United og Tottenham. Seinasta tíðin hjá honum í Roma verður ikki við í røðini.


61-ára gamli José Mourinho, sum í fótbóltsheiminum eisini er kendur sum The Special One, hevur verið arbeiðsleysur síðani hann varð sagdur úr starvi í italska felagnum Roma, fyri góðum tveimum mánaðum síðani.

- Í løtuni bíði eg eftir rætta starvinum. Eg eri klárur at fara til arbeiðis í morgin, men eg vil ikki taka eina skeiva avgerð, segði Mourinho í samrøðu við Sky Sports í farnu viku.