Njál fingið heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu

Á lítlari samkomu í morgun handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv fyri vælútint verk, teimum veikastu at gagni

Sigurjón Einarsson
27. juli 2021 kl. 12:18

Í grundgevingini stendur, at sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus, ið klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og róm á Vaglinum.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Víðari verður sagt í grundgevingini, at fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin, og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar.

Fyri virki teirra í Oslo vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs.

Bøkur eru skrivaðar um tey - bæði á norskum og føroyskum. Og í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni.

Í heiðursbrævinum verður nevnt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku. Hann hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini. Erna andaðist í 2016.

Tórshavnar kommuna skrivar, at Njál takkaði fyri heiðurin og gleðir seg til enn einaferð at luttaka í í ólavsøkuhaldinum hjá Frelsunarherinum.

Kelda: Tórshavnar kommuna