Nógv fólk skotin í yvirgangsatsókn í Moskva

Vápnaðir menn fóru at brádliga at skjóta frá hond í fullsettari konserthøll

Áki Bertholdsen
22. mars 2024 kl. 22:34

Minst 40 fólk eru skotin og eini 150 fólk eru særd í eini yvirgangsatsókn í Moskva í kvøld.

Eitt russiskt rock-orkestur hevði konsert í eini konserthøll í útriðini í Moskva tá ið alvápnaðir menn brádliga fóru at skjóta frá hond.

Fólk hava eisini greitt frá, at tey hourdu spreingingar og nú stendur eisini ein stórur partur av konserhøllini í ljósum loga.

Russisku myndugleikarnir siga, at talan er um eina yvirgangsatsókn og síðani hevur víðgongda islamiska rørslan, IS, boðað frá, at tað eru teir, sum hava framt álopið.

Samstundis hevur stjórnin í Ukraina gjørt greitt, at tey hava einki við atsóknina at gera.

Myndugleikarnir boða eisini frá, at talan er um einar fimm yvirgangsmenn og nú verður leitað eftir teimum.

Danska kringvarpið sigur, at tað eru tvær vikur síðani, at bæði danska uttanríkisráðið, og amerikanska sendistovan í Moskvá, ávaraðu um, at vandi var fyri eini yvirgangsatsókn. Tí varð heitt á fólk um at halda seg burtur frá mannamúgvum, konsertum, og øðrum tiltøkum, har nógv fólk var.

Fleiri staðni, eisini úr vesturheiminum, hava ríkisleiðarar sent russarum samkenslufjarrit og hava fordømt álopið á vanlig fólk.