

Hóast summarið er í hondum, kann tað verða nógvur vindur. Og nettupp í kvøld og í morgin verður sagt frá fitt av vindi av vestan eftir við hvirldum upp í góðar 20 metrar um sekundið.
Tað hevur fingið Strandferðsluna at avlýsa fleiri túrar, og samstundis verður ávarað um, at fleiri broytingar eru væntandi.
Eingin sigling verður út í Hest í morgim og á rutuni ímillum Skopun og Gomlurætt, verður seinasti túrur í kvøld úr Skopun klokkan 18.35 og av Gomlurætt klokkan 20. Samstundis er væntandi, at broytingar eisini verða í morgin.
Samstundis er væntandi, at túrar hjá Ternuni um Nólsoyarfjør fara at verða avlýstir í kvøld - og harumframt verða bilar ikki tiknir við eftir klokkan 18 í kvøld og heldur ikki ein stóran part av degnum í morgin, mikudagin. Sostatt er somuleiðis væntandi, at ferðaætlanin hjá Ternuni eisini verður óreglulig í morgin.
Samstundis verður ávarað um, at siglingin hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina fer at verða órógvað í morgin, serliga um middagsleitið og út á seinnapartin.