Norðoyatunnilin stongdur um næturnar fram til jóla

Norðoyatunnilin verður stongdur um næturnar frá sunnukvøldinum 27. november og fram til 22. desember

Redaksjónin
25. november 2022 kl. 15:30

Í samband við, at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini, so steingir Norðoyatunnilin um næturnar frá sunnukvøldinum 27. november og fram til 22. desember.

Arbeitt verður hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun, tí verður tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 06 á morgni.

Tunnilsfelagið skrivar, at ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02 og 04.