Norðurlendskar náttúruloysnir á COP27

Í dag fara Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, saman við øðrum, at skipa fyri einum tiltaki á veðurlagsráðstevnuni COP27, ið hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna

Sigurjón Einarsson
16. november 2022 kl. 09:38

Klokkan 12.30 í dag byrjar tiltakið Coexistence with Nature á veðurlagsráðstevnuni COP27, sum í ár verður hildin í Sharm el-Sheikh.

Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.

Hetta kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur, til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið – við øðrum orðum: Við at brúka náttúruloysnir.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir innan náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða millum annað nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram.

Tiltakið, ið kann stroymast her, byrjar klokkan 12.30.