Noreg hækkar talið av herskyldigum við 50 prosentum

Talið av fólkum í hertænastu skal økjast leypandi fram til 2036 og útreiðslurnar til verjuna skulu økjast við tvísiffraðari milliardaupphædd

Ragnar Sjúrðarson
2. apríl 2024 kl. 18:30

Har skulu fleiri í hertænastu í Noregi. Tað sigur landsins stjórn, ið vil økja talið frá 9.000 til 13.600.

Tað hevur norski verju-, løgmál- og fíggjamálaráðharrin í dag sagt á einum tíðindafundi, skrivar NRK.

Talið av fólkum í hertænastu skal økjast leypandi fram til 2036 og útreiðslurnar til verjuna skulu økjast við tvísiffraðari milliardaupphædd. Frígjadagin fer norska stjórnin at leggja fram eina størri ætlan fyri verjuna.

-    Nú kemur størsta íløgan í verjuna síðan annan veraldarbardaga, segði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í februar.

Tað er trygdarstøðan í Europa við russisku innrásini í Ukraina, sum fær Noreg at seta fleiri pengar í verjuna.