Norwegian hevur keypt flogfelagið Widerøe fyri umleið 725 milliónir danskar krónur

Norwegian eigur nú elsta flogferðslusamtakið í Norra

Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2023 kl. 15:07

Widerøe er nú átt av Norwegian. Norwegian hevur keypt elsta flogferðslusamtakið í Norra fyri umleið 725 milliónir danskar krónur.

Tað upplýsir Norwegian í einum tíðindaskrivi.

Flogferðslusamtakið Widerøe hevur samband við fleiri enn 40 smærri og miðalstórar flogvallir í øllum Norra og fleiri av størstu flogvallunum í Europa.

Marknaðarparturin hjá Widerøe í Norra liggur um umleið 20 prosent um man mátar talið av ferðafólkum. Widerøe hevur 85 innanríkisrutur í Norra, meðan Norwegian hevur 22, og tí er uppkeypið til fyrimun fyri Norwegian, sigur stjórin í Norwegian samtakinum, Geir Karlsen, í tíðindaskrivinum.

-    Vit eru tvey norsk flogfeløg, sum hava verið lið um lið í mong ár, og tilsamans kenna vit loftferðslumarknaðin í Norra sera væl, sigur Geir Karlsen.

Flotin hjá Widerøe liggur um 50 flogfør. Báar fyritøkurnar varðveita teirra høvuðskontór og starvsfólk, sum tey hava í dag.