NSÍ keypir amerikumann av Sandi

Hann hevur tvey tey seinastu árini verið í B71 verjuni, og nú verður hann í NSÍ verjuni

Jóannes Hansen
19. november 2023 kl. 17:06

NSÍ fer í 2024 aftur at vera partur av bestu deildini. Í dag boðar felagið frá, at nýggjur verjuspælari er á veg til felagið. Talan er um spælara, sum ikki er ókendur í føroyskum fótbólti.

NSÍ skrivar soleiðis:

 26-ára gamli amerikanski verjuleikarin skrivaði í gjár undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ. Hann skiftir sostatt eina gula farvu um við eina aðra.

James hevur spælt við B71 seinastu tvey kappingarárini. Tað er blivið til 52 dystir og 3 mál fyri B71.

Heimasíðan hjá NSÍ hevur frætt, at James hevur trivist ógvuliga væl á Sandoynni. Tó er tað eyðsýnt, eftir dygdunum at døma, at James skal spæla í bestu deildini.

James Drye kemur aftur til Føroya fyrst í komandi árinum, og tá gleða vit okkum til at bjóða honum vælkomnum til vøllin við Løkin.

Formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at fyrireikingarnar til næsta ár eru í gongd, og at vit koma at frætta meira næstu tíðina, skrivar NSÍ.