NSÍ tapti fyri triðju ferð á rað

1. DEILD: Sigurin í kommunuuppgerðini var sjeynda ferðin á rað, at skálamenn fóru av vøllinum við fullari úrtøku

Jóannes Hansen
27. oktober 2023 kl. 21:22

Fyri einum ári síðani var fótbóltslagið í Runavíkar kommunu einki serligt. Bæði fótbóltfeløgini í kommununi – NSÍ og Skála – fluttu niður í næstbestu deildina. Nú er øðrvísi. Bæði feløgini hava fyri langari tíð síðani tryggjað sær uppflyting í bestu deildina.

Í kvøld var Skála gestur í Runavík. Undan dystarbyrjan var tað greitt, at Skála hevði vunnið 1. deild. Í kvøld snúði tað seg um heiður og æru og ferðasteypið, sum kommunan hevur latið feløgunum at kappast um.

Lagið er serliga gott í skálaleguni, tí skálamenn vundu burtur úr grannunum. Skála vann 3-0, og skálamenn vunnu bæði ferðasteypið hjá kommununi og ferðasteypið, sum tað í 1. deild verður kappast um.

Gestirnir løgdu bragdligari fyri, og áðrenn 10 minuttir vóru farnir, var støðan 1-0 til Skála. Málskjútti var Karl Martin Johansen, og uppleggið átti Teitur Poulsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at Karl Martin Johansen var málskjútti.

Átta minuttir eftir steðgin økti Skála um leiðsluna. 2-0 málskjútti var Marjus Nón, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr NSÍ og yvir á Skála. Hetta var 12. málið hjá Marjusi Nón í landskappingini í ár.

Lítla løtu undan leikloki staðfesti Skála 3-0 sigurin. Stefan Løkin hjá NSÍ royndi seg við skoti úr góðari støðu. Skálaverjan blokeraði, og í næsta álopi var tað Kristian Martin Jakobsen, sum skoraði eftir upplegg frá Jan Ingason Hansen. Hetta var fimta málið hjá Kristiani Martin í landskappingini í ár.

Hetta var sjeynda ferðin á rað, at Skála fór av vøllinum við fullari úrtøku, og hetta var triðja ferðin í ár, at skálamenn bastu NSÍ, sum harvið einki stig hevur vunnið ímóti Skála í ár

Í NSÍ endaði kappingarárið ikki soleiðis, sum teir høvdu ætlað. Í kvøld fóru teir gulu og svørtu fyri triðju ferð á rað av vøllinum uttan at hava vunnið úrtøku.