Nú arbeiða tey aftur upp á tunnilin til Dals

Og arbeiðið gongur væl, sigur landsstýrismaðurin

Áki Bertholdsen
11. apríl 2024 kl. 12:30

Nú verður aftur arbeitt upp á gera tunnilin til Dals, lidnan. tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við Dalstunlinum.

Tað er tunlasjakkið hjá Landsverki sum ger tunnilin og Dennis Holm sigur, at vanliga hava 6-7 mans verið til arbeiðis í Dalstunlinum.  

Sum heild hevur arbeiðið gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur í fjør.

Fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi tí tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið, sigur Dennis Holm. hann sigur, t tí varð lýst eftir arbeiðssfólki, og tunlasjakkið er nú fullmannað aftur.

Arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan, sigur hann.