Nú ber til at søkja miðlastuðul til verkætlanir

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú á fyrsta sinni við møguleikanum at søkja um miðlastuðul til verkætlanir

Tíðindaskriv
9. mai 2022 kl. 13:07

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú á fyrsta sinni við møguleikanum at søkja um miðlastuðul til verkætlanir, eitt nú til greinarøð, heimildarsending, poddvarp og annað, ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Á fíggjarlóigini eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Av hesum verða 70 prosent, svarandi til 1,4 milliónir krónur, brúkt til verkætlanarstuðul, og 30 prosent, svarandi til 600.000 krónur, verða brúkt til rakstrarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Lýst verður við hesum seinna stuðulsmøguleika komandi heyst.

Freistin at søkja verkætlanarstuðul er mánadagin 23. mai 2022 klokkan 12.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til verkætlanir, sum liggur á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, og sum kann takast niður her. Sambært lógini er tað Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaligar avgerðir um miðlastuðul.

Víst verður eisini til lóg um miðlastuðul: https://logir.fo/Logtingslog/35-fra-31-03-2017-midlastudul og til kunngerð um miðlastuðul til verkætlanir: https://logir.fo/Kunngerd/1-fra-23-12-2021-um-midlastudul-til-verkaetlanir

Umsóknir skulu sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 5-7

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella um teldupost til ummr@ummr.fo

Kelda: Uttanríkis- og mentamálaráðið