Nú er arbeiðsloysið hækkað eitt sindur

Í einum øki í landinum er arbeiðsloysið næstan fimm ferðir so høgt aðrastaðni

Áki Bertholdsen
25. mars 2024 kl. 09:58

Nú er arbeiðsloysið aftur hækkað eitt vet. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Í eina tíð hevur arbeiðsloysið ligið undir eitt prosent í eina tíð - onkuntíð hevur tað verið heilt niðri á 0,6 prosent.

Men nú er tað hækkað aftur upp um eitt prosent og í januar var tað 1,1 prosent. Tað er kortini framvegis so lítið, at tað ber at kalla ikki til at tosa um arbeiðsloysi í Føroyum. 

Tað merkir, at tað eru 336 fólk, sum eru arbeiðsleys. Tað gamla var at væl fleiri kvinnur vóru arbeiðsleysar enn tað vóru menn, men hesa seinastu tíðina hevur arbeiðsloysið verið púra javnt býtt ímillum kynini og tað er tað framvegis.

Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, tí har er tað bara 0,5 prosent. Í Vágum er tað 0,8 prosent og í Eysturoy er tað 0,9 prosent.

So veksur arbeiðsloysið, tí í Havnini, og Suðurstreymoy sum heild er tað 1,1 prosent, og í Norðstreymoy er tað 1,7 prosent. 

Í Sandoynni er arbeiðsloysið 1,2 prosent og so er tað eitt økið, sum loypur í eyguni og tað er Suðuroyggin, tí har er arbeiðsloysið 2,4 prosent, ella næstan fimm ferðir so høgt sum í Norðoyggjum.