Nú er at liggja framvið fyri at fáa atgongumerki

Nú skulu tey, sum ætla sær til  Basel í november og desember 2024 at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum í EM- kappingini, verða klár við telduna

Áki Bertholdsen
4. mai 2024 kl. 23:29

Sum kunnugt gjørdi føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti sama bragd sum menninir gjørdu, og skulu sostatt vera við í EM, sum verður í Basel í Sveis í novembur og desembur.

Og hondbóltssambandið sigur, at nú skulu tety, sum vilja tryggja tær sess saman við føroyingunum í St. Jakobshalle, verða klár við telduna.

 Týdagin, 7. mai, klokkan 12,  verða pakka-atgongumerkini, sum Hondbóltssambandið hevur fingið, lýst til sølu. 

Í fyrstu atløgu ber bara til at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir, at atgongumerki er til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Eru atgongumerki eftir tá ið pakkasøluna er liðug, verða tey lýst til sølu til hvønn dyst sær tann 14. mai.
Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Fríggjadagin 29. november: Sveis – Føroyar og Danmark – Kroatia
Sunnudagin 1. desember: Kroatia – Føroyar og Danmark – Sveis
Týsdagin 3. desember: Føroyar – Danmark og Kroatia – Sveis

 Týsdagin, 7. mai, klokkan 12, verður ein leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. 

Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna inn, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. 

Talan er um atgongumerki í gulari sektión fyri 215 sveisarafrankar, ella umleið 1.645 krónur, í bláari sektión fyri 160 sveisarafrankar, ella 1.225 krónur og í reyðari sektión fyri 105 sveisarafrankar, ella 804 krónur. Men nøkur av hesum plássunum fara eisini til stuðlar hjá HSF.

Hondbóltssambandið arbeiðir fyri at fáa føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, men tá ið Føroyar eru í bólki saman við vertstjóðini, Sveis, er áhugin sera stórur, og sostatt eru ikki nógv atgongumerki eftir til hvørt gestaland. 

Tilsamans er 6.500 pláss í St. Jakobshalle í Basel og tey flestu plássini eru longu útlutað, men Hondbóltssambandið arbeiðir  við at útvega nøkur afturat, verður sagt í tíðindaskrivi.