Nú er Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

1. novembur verður koyrandi undir Húsareyni

Fríðmundur Nattestad
17. apríl 2024 kl. 16:34

Seinasta skotið í Húsareynstunlinum var latið í dag, og tað vóru teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, ið stóðu fyri tí.

Heðin Mortensen helt røðu eftir at seinasta skotið var latið, og nevndi millum annað, at hetta er størsta verkætlan nakrantíð hjá Tórshavnar kommunu.

Húsareynstunnilin strekkir seg úr Hvítanesi og út á Marknagil. Eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum tunnilin 1. novembur.

Álvur Haraldsen tók myndirnar niðanfyri.