Nú er Jóan Símun á Balkan

Landsliðsspælarin, sum hevur møguleika at taka dystrmetið, er nú í Norðurmakedonia

Jóannes Hansen
12. februar 2024 kl. 23:31

Tað hevur verið bíðað eftir, um Jóan Símun Edmundsson fór at halda fram sum yrkisspælari uttanlands, og hvar hann fór at spæla, um hann helt fram.

Nú er tað greitt, at 32 ára gamli Jóan Símun fer at spæla í Norðurmakedonia. Hann er fyrsti føroyski spælarin í Norðurmakedonia.

Í dag frættist, at Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað undir sáttmála við Shkupi, sum telist millum toppliðini í Norðurmakedonia.

At Jóan Símun, sum inntil í heyst spældi við KA á Akureyri, heldur fram á hægsta stigi, er áhugavert sæð frá landsliðssjónarmiði. Tái ð hann ikki hevur verið skaddur, hevur Jóan Símun higartil verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Viðhvørt hevur hann verið fremsti maður, aðrar ferðir hevur hann verið 10ári, og onkra ferðina hevur hann verið framrættaður í borðunum.

Nú hann fer at spæla í Norðurmakedonia, verður hann kendasti føroyski spælarin í Norðurmakedonia, tá ið Føroyar í heyst fara at spæla tvær ferðir ímóti Norðurmakedonia í Nations League.

Jóan Símun, sum 26. juli verður 33 ár, hevur spælt 85 landsdystir og skorað 8 mál. Hann er tann føroyingurin, sum hevur spælt næstflestar landsdystir. Tað er bara Fróði Benjaminsen, sum hevur verið oftari á landsliðnum. Fróði Benjaminsen er skrásettur at hava spælt 95 landsdystir, og hann skoraði seks mál á landsliðnum.

Føroyar fara í ár at spæla í hvussu so er tíggju landsdystir. Umframt teir seks í Nations League í heyst fara Føroyar í mars at spæla vinardystir ímóti Liktinstein og Danmark, og í juni fara Føroyar at spæla tveir dystir í Baltic Cup.