Nú er verkfallið av

Nýggjur sáttmáli er nú undirskrivaður millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jóannes Hansen
9. juni 2024 kl. 19:09

Í næstan fýra vikur hevur samfelagið verið rakt at verkfalli. Nú eru partarnir samdir um nýggjan sáttmála. Fríggjakvøldið slitnaðu samráðingarnar enn einaferð. Í dag hevur semingsstovnurin havt samband við bæði arbeiðsgevararnar og fakfeløgini og klokkan umleið 18.30 varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður.

Sambært samrøður í útvarpinum hjá Kringvarpinum er talan um lønarhøkkan á umleið 13 prosent.

Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafeløg, sigur í samrøðu við KvF, at talan er um eina lønarhækking á umleið 13% yvir tvey ár.

Fakfeløgini siga soleiðis í fráboðan:

- Semjan gevur okkara limum eina eyka inntøku á 8,46 kr. fyrsta árið og 8,34 kr. seinna árið, lønarhækkingin er frá 1. mai. Harumframt koma 0,8% omaná eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020, siga feløgini í fráboðan.

- Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu arbeiðsgevararnir okkum: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 6,96 kr yvir tvey ár, nú er hækkingin 13% íroknað lønarlyft á 3,75 kr. um tíman fyrsta árið og 3,50 kr. Seinna árið um tíman.

Niels Winther, sum er stjóri í Vinnuhúsinum og harvið umboðar Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at lønarhækkingin er í tveimum. Talan er um karm uppá umleið 8% og haraftrat er talan um serstakt lønarlyft til arbeiðarafeløgini sum láglønarbólk.

Stjórin í Vinnuhúsinum dugir í kvøld ikki at siga, hvussu nógv verkfallið hevur kostað. Tað er eitt stórt roknistykki, sum skal greinast, áðrenn tað verður greitt, Niels Winther sigur, at vinnan fer at kenna sviðan av verkfallinum og stóru meirútreiðsluni, sum nýggi sáttmálin ber við sær. Tað kann gott fara at vísa seg, at hetta fer at kosta arbeiðspláss og kanska eisini húsagangir.