Nú eru 18 bilførarar 1500 krónur fátækari - og eitt klipp ríkari

Og løgreglan fer aftur at kanna støðuna í dag

Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 09:00

Aftur í gjár vóru stórir trupulleikar av, at bilførarar virða ikki skeltini, sum eru sett upp niðarliga á Sundsvegnum í sambandi við vegarbeiði har.

Í sambandi við vegarbeiðið er eitt stutt strekki niðarliga á Sundsvegnum, ímillum rennibreytina og Birnugøtu, lagt um til einvegis ferðslu, har tað bara er loyvt at koyra oman eftir. 

Men tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at bilførarar ikki virða skeltini, men troka seg fram niðan eftir  Sundsegnum og av tí føla arbeiðsfólkini seg ikki trygg, tí tey vita ikki nær ein bilur kemur aftan ífrá.

Í farnu viku var løgreglan á staðnum, men tá vildu tey ikki skriva bøtur, men tey vildu heldur tosa pent bilførarar um støðuna.

Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, tí bæði í fyrradagin, og í gjár, var løgreglan á staðnum og kannaðu ferðsluna. Og hesaferð fall hamarin. 

Upp á eina lítla løtu í fyrradagin vórðu átta bilførarar tiknir og í gjár vórðu 10 bilførarar tiknir fyri ikki at halda seg til tað, skeltini søgdu.

Sostatt hava 18 bilførarar fingið 1500 krónur í bót í part, umframt eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at akta skeltið um einvegis koyring.

Og løgreglan ger greitt, at tey fara niðan á Sundsvegin aftur í dag at kanna ferðsluna.