Nú eru 70 fimleikarar úr Eysturoy á festivali í Italia 

– Hetta er ein vika, sum er full av fimleikagleði, íblástri, samanhaldi og sól

Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 09:15

Hesa vikuna er Fimleikafelagið, Støkk við á fimleikafestivalinum, Festival del Sole, í Riccione í Italia.

Hetta er aðru ferð, at tey eru við á hesum fimleikafestivali, og hesa ferð eru tey heili 70 fimleikarar í øllum aldri, sigur Støkk í tíðindaskrivi.

Framførslan hjá hjá Støkk á festivalinum verður soleiðis, at allir fimleikarar kunnu vera við, sama hvørjum støði teir annars eru á. 

Tað eru 90 lið við umleið 3.000 fimleikarum við á festivalinum, og tað eru lið úr fleiri londum. Øll liðini vísa síni kynstur á fleiri uttandura pallum, og harumframt eru tey við í ymsum verkstovum.

– Hetta er ein spennandi vika, sum er full av fimleikagleði, íblástri, samanhaldi og sól, sigur Støkk.
Fyri tveimum árum síðan fór Støkk av álvara undir arbeiðið at økja um áhugan fyri at gera fimleik, og í hesum arbeiði varð dentur lagdur á at styrkja bæði breiddarfimleikin og kappingarfimleikin.

– Hetta hevur eydnast sera væl, og liðið sum nú er í Italia, er eitt úrslit av tí arbeiðnum, sigur felagið. Tey siga eisini, at limatalið í felagnum er munandi økt hesi seinastu tvey árini.

Endamálið hjá Støkk er, at øll skulu kunnu gera fimleik, og at tað er gott samanhald og góður trivnaður, og at felagskenslan er sterk. 
– Hetta hóskar eisini sera væl til grundhugsanina hjá ÍSF, um at øll skulu vera við, og at breiddarítrótturin er líka neyðugur sum úrvalsítrótturin. 

– Støkk tekur undir við hesi hugsjón, og hevur leingi havt eitt brennandi ynski um at styrkja hendan partin av felagnum, sigur felagið, í tíðindaskrivi.

Fimleikararnir koma aftur til Føroya í annaðkvøld, leygarkvøldið.