Nú eru bara fuglfirðingar krøktir

Fram til 2. páskadag er tað steðgur í landskappingini, tí spælararnir eru upptiknir av landsliðsfótbólti

Jóannes Hansen
17. mars 2024 kl. 21:36

Í kvøld varð punktum sett fyri 2. umfar í landskappingini í fótbólti. Fyrsti dystur var fríggjakvøldið, tá ið Víkingur vann 2-1 á heimavølli ímóti HB. Í gjár vóru tveir dystir. Tá vann B36 2-0 ímóti KÍ, og NSÍ vann grannauppgerðina ímóti Skála 3-1.

Í dag vóru tveir dystir. Seinnapartin vann 07 Vestur 1-0 í Fuglafirði, og í kvøld endaði tað 1-1, tá ið EB/Streymur við Margáir hevði vitjan av B68.

B36 og Víkingur hava framvegis fulla úrtøku. ÍF er einasta felagið, sum enn einki stig hevur vunnið, og ÍF eigur einasta liðið, sum einki mál hevur skorað.

Nú er steðgur í landskappingini fram til mánadagin 1. apríl, sum er 2. páskadagur. Orsøkin til steðgin er tann, at nógvir spælarar eru upptiknir í landsliðsørindum. A-landsliðið er á veg til Spania á venjingarlegu. Landsdystur verður nú fríggjadagin 22. mars ímóti Liktinstein, og týsdagin 26. mars verður aftur vinardystur. Tá verður tað ímóti Danmark í Brøndby.

Hósdagin 21. mars fer U21 landsliðið at spæla EM undankappingardyst á útivølli ímóti Portugal.  

 ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)

0-1: Filip Brattbakk 39.

Dómari: Alex Troleis

ÍF: Jákup Nolsøe Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Jóhann J. Højbro – Tonni J. Thomsen, Elvin Gelmini, Ruben Møller Nielsen, , Gundur E. Petersen – Bogi Reinert-Petersen, Dánjal á Lakjuni

07 Vestur: Sebastian John – Albert Theis Nielsen, Erik Gunnarsson, Magnus Isager, Jóannes á Steig – Benjamin Braithwaite, Frederiks Holst, Mads Christiansen, Filip Bratbakk – Emil Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen

 

Víkingur – HB 2-1 (1-0)

1-0: Géza Dávid Turi 36.

2-0: Finnur Justinussen 58.

2-1: Jacob Johansson 63.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg – Finnur Justinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Heðin Hansen, Ejvind R. Mouritsen – Leivur F. Guttesen, Hanus Sørensen, Áki D. Samuelsen – Mohamed Samba

 

NSÍ – Skála 3-1 (2-0)

1-0: Petur Knudsen 16.

2-0: Betuel Hansen 27.

2-1: Djóni Petersen 65.

3-1: Petur Knudsen 69.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Nicolai Møller Dohn, Jan Ingason Hansen – Marjus Nón, Ragnar Skála, Teitur Poulsen  – Carlos Ferreira

 

EB/Streymur – B68 1-1 (0-1)

0-1: Villiam Emil Klein 27.

1-1: Tóki H. Johannesen 56.

Dómari: Eiler Rasmussen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Robert Marcus, Emil Weihe Joensen – Jens Erik Bruhn, Hans Pauli á Bø, Boubacar Dabo – Filip  Djordjevic

B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Hjalti Strømsten, Aron Reinert Hansen  – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Jóhann Hansson Joensen – Villiam Emil Klein, Brian Jakobsen

 

B36 – KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Anton Søjberg Horup 80.

2-0: Anton Søjberg Horup 90.+3.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Claes Philip Kronberg, Pætur J. Petersen – Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð

B36

2

2

0

0

5

0

6

Víkingur

2

2

0

0

4

1

6

2

1

0

1

6

2

3

NSÍ

2

1

0

1

5

4

3

Skála

2

1

0

1

4

3

3

HB

2

1

0

1

4

4

3

07 Vestur

2

1

0

1

1

2

3

EB/Streymur

2

0

1

1

1

4

1

B68

2

0

0

1

1

4

1

ÍF

2

0

0

2

0

7

0

Máltindurin

Páll A. Klettskarð KÍ

4

Petur Knudsen NSÍ

3

Áki D. Samuelsen HB

2

Anton Horup B36

2

Finnur Justinussen Víkingur

2

Jan Ingason Hansen Skála

2

Zean Dalügge B36

2

3. umfar

Mánadagin 1. apríl – 2. páskadagur

KÍ – NSÍ: kl. 15.00

Víkingur – B68: kl. 17.00

Skála – B36: kl. 17.00

07 Vestur – EB/Streymur: kl. 18.00

HB – ÍF: kl. 15.00