Nú fáa útlendingar í Føroyum sín egna prest

  Tað er prógvað, at tørvur er á tí - og tørvurin fer bara at økjast

Áki Bertholdsen
5. apríl 2024 kl. 23:10

Útlendingar, sum eru í Føroyum, fáa nú sín egna prest. Tað sigur Fólkakirkjan á heimasíðuni. Tey skriva, at  21. mars fekk biskupur eitt skriv frá landsstýriskvinnuni í kirkjumálum, Sirið Stenberg har hon vísti á tørvin á at vit hava ein integratiónsprest í Føroyum. Og tørvurin fer bara at veksa tí tað er væntandi, at alt fleiri útlendingar fara at seta búgv í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið. 

Landsstýriskvinnan boðaði frá, metir kirkjan, at tíðin var búgvin til at sera ein integrasjónsprest burturav, vildi hon arbeiða við málinum. 

Biskupur hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at kirkjan er sinnað at fara undir eina tilgongd, so vit vónandi hava prest á hesum týdningarmikla øki innan alt ov drúgva tíð.

Tey vísa á, at í tvey ár røkti Marjun Lómaklett hesa tænastuna sum eina royndarverkætlan. Royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni tí hon var nógvum til stóra gleði.

Fólkakirkjan sigur, at farið verður undir tilgongdina at søkja eftir presti so skjótt, leisturin er funnin, og tey formligu loyvini eru útvegað.