Nú fara teir aftur á pall

Nú eru eisini nøkur ár síðani seinast

Áki Bertholdsen
25. apríl 2024 kl. 18:00

Nú eru nøkur ár síðani, at teir í bólkinum, Danny & The Veetos, hava spælt seinast. Teir vóru annars at hoyra bæði tíðliga og seint við teirra fangandi løgum, har fólk ikki kundu lata vera at tralla við.

Og enntá á Mercedes ítróttarhøllini í Berlin rungaði eitt av teirra løgum, Alright, í hátalarunum, tá ið føroyska liðið spældi EM dystirnar í hondbólti. Men hann rungaði eisini fleiri øðrum dystum - og eisini undir sjálvari finaluni. 

Men nú fara teir aftur á pall og tað verður á nýggja festivalinum, Okkara Land, sum verður á stóra parkeringsplássinum uttanfyri Skúlaheiminum á Marknagili í Havn tann 1. juni. 

Danny & The Veetos hava ljóðað við løgum sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Stúr Ei meir” og fleiri onnir. Teir hava spælt á nógvum tónleikatiltøkum gjøgnum árini, har teir altíð hava megnað at fáa fjøldina at svinga og syngja við, siga fyrireikarrnir,

Onnur, sum fara at spæla, eru Týr, Tinganest, Exit Light, Herborg, Hitmen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Anfinn Nielsen úr Anfinn og co., Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Sway, Bjarka Hansen, Dánjal Gomez, Kára Fossdalsá, og onnur.