Nú fer USA eisini at venja ukrainskar F-16 flogskiparar

12 lond hava teknað seg til at venja ukrainskar flogskiparar

Ragnar Sjúrðarson
25. august 2023 kl. 11:59

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, boðar í eini kunngerð frá, at USA fer at læra og venja ukrainskar F-16 flogskiparar í komandi mánaðinum.

 -    Flogskipararnir fara at fáa undirvísing í enskum á Lackland flogstøðini í San Antonio, Texas í september áðrenn flogvenjingina í Arizona í oktober, sigur talsmaðurin hjá Pentagon, Pat Ryder, sambært tíðindastovuni Reuters.

Higartil hava 12 lond teknað seg til at venja ukrainskar flogskiparar, so teir kunnu stýra hernaðarflogførunum á vígvøllinum. Tey 12 londini eru Danmark, Holland, Belgia, Kanada,  Luxembourg, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Svøríki, Grikkaland og Stórabretland.