

Nú hækka eisini tey rentuna
Nú hava allir bankarnir í Føroyum boðað frá, at rentan hækkar
Áki Bertholden
1. juni 2023 kl. 13:33
Í gjár boðaðu vit frá, at tríggir av teimum føroysku bankunum hava boðað frá, at rentan fer at hækka í summar.
Og nú boðar eisini Norðoya Sparikassi frá, at tey hækka rentuna, bæði innlánsrentuna og útlánsrentuna.
Innlánsrentur hækka upp til 0,40 prosentstig og útlánsrentur hækka upp til 0,25 prosentstig.
Hækkingarnar koma í gildi tann 10. juli og tær verða galdandi fyri bæði privatkundar og vinnukundar.