Nú hava spælararnir fingið lønina

Í hesi vikuni hava fleiri spælarar skrivað undir sáttmálar við B68

Jóannes Hansen
10. november 2023 kl. 22:40

Felagið er í trongum fíggjarligum skóm, og spælararnir eiga rós fyri, at teir hava lyft stór tøk, hóast teir ikki hava fingið løn í fleiri mánaðir.

Soleiðis hevur Jákup á Borg venjari hjá B68 sagt, men nú er hetta søga.

Sosialurin skrivar í dag, at allir spælararnir í síðstu viku – vikuni undan steypafinaluni – fingu alla lønina, sum teir áttu til góða.

Í hesi vikuni hevur B68 boðað frá um fleiri spælarar, sum hava skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.

Í kvøld veit B68 at siga, at tvíburarnir Aleksandur og Bárður Ó. Jensen hava skrivað undir sáttmálar, sum bera við sær, at teir eisini í 2024 og 2025 fara at spæla við B68.

-Vit báðir eru sera spentir uppá tey 2 næstu árini við barndómsfelagnum og eru vísir í, at tað býr nógv meira í hesum evnaríka hópinum, siga Jensen tvíburarnir við B68 síðuna á facebook.

Í gjár visti B68 at siga, at Fríði í Túni Petersen og Aron Reinert Hansen hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2024 fara at spæla við B68.