Nú kom niðurstøðan: Suðuroyartunnilin kostar 3,8 milliardir - við øllum

Sjálvur tunnilin kostar 3,4 milliardir sigur nevndin, sum nú er liðug við fyrireikingarnar

Áki Bertholdsen
8. desember 2023 kl. 16:07

Nevndin fyri partafelagið, Suðuroyartunnilin hevur í dag lagt fram kostnaðarmeting og forprojekt fyri løgmanni og politiska fylgibólkinum. Í politiska fylgibólkinum eru umboð úr øllum flokkum á tingi.

Í stuttum er talan um ein Suðuroyartunnil úr Djúpadali á Sandoynni til Sandvíkar við vegaføringum og einum nýggjum tunli millum Sandvík og Hvalba við tilhoyrandi vegum.

Metti kostnaðurin fyri sjálvan Suðuroyartunnilin er 3,4 milliardir krónur og kostnaðurin fyri vegagerð og Sandvíkartunnil, er 400 milliónir krónur. Sostatt kostar verkætlanin 3,8 milliardir tilsamans. Skal Skúgvi knýtast upp í tunnilin, kostar tað 200 milliónir afturat, so kostnaðurin verður fýtra millardir.

Tað er Landsbyggifelagið og Norconsult, sum hava gjørt forprojektið og kostnaðarmetingin byggir á seinastu prísir og metingar fyri slíkar verkætlanir í Norra og Føroyum. Metingin byggir á 2023 prísir.

Tvær váðametingar eru eisini gjørdar fyri verkætlanina. Ein fyri hvussu ein slíkur tunnil kann byggjast og ein um trygdina í einum slíkum tunli, tá hann er tikin í nýtslu. Metingin er, at Suðuroyartunnilin kann gerast við nøkrum fleiri trygdartiltøkum enn Sandoyartunnilin hevur.

Ætlanin er at Suðuroyartunnilin kemur at líkjast nógv Sandoyartunlinum í sniði og hann verður 22,8 kilometrar langur. Til samanberingar eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin tilsamans 22,1 km langir, og verkætlanin við Suðuroyartunlinum í vavi minnir tí nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum. Tann verkætlanin kostaði 2,6 milliardir krónur í 2019 prísum.