Nú kunnu fleiri føroyingar sita í fongsli - heima við hús

Nú verður ein nýggj skipan sett í verk, sum ikki er roynd í Føroyum áður

Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 08:40

Um eitt ár kunnu fleiri føroyingar, sum verða dømdur at sita í fongsli, sita dómin heima við hús, heldur enn at fara í Mjørkadal at sita.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. 

Endamálið er, at fólk, sum verð dømd at sita í fongsli í styttri enn eitt hálvt ár, kunnu sleppa undan at fara í Mjørkadal, men kunnu ístaðin sita heima við eini elektroniskari leinkju, ella fótfjøturi, um annan økilin. Men tað er treytað av, at umstøðurnar heima, og umstøðurnar annars, eru egnaðar til eina skipan, sum hesa.

Men ein skipan við útslúsing kann eisini gera tað møguligt, at føroyingar, sum sita longri revsing í Danmark, skjótari kunnu verða fluttir til Føroyar at sita restina av dóminum.

Hetta er ein skipan, sum er roynd í Danmark og úrslitið er sera gott.

Tey, sum sita dómin heima við fótfjøturi, kunnu framvegis at fara til arbeiðis, ella halda fram við eini útbúgving. 

Tey verða undir strongum, og støðugum eftirliti allatíðina, men tað skal kortini bera til at verða burtur heimanífrá í ávís tíðarskeið, alt eftir avtalu við kriminalforsorgina. Men tað kann bara vera í samband við okkurt ávíst virksemi, sum kriminalforsorgin skal góðkenna frammanundan.

Men tað verður ikki loyvt at drekka rúsdrekka.

Fótfjøturin er ein reim við einum elektroniskum sendara, sum verður læst um økulin hjá tí dømda. Sendarin samskiftir við ein kassa, sum er í heiminum hjá tí dømda, og sum alla tíðina hevur samband við eina eftirlitsmiðstøð hjá kriminalforsorgini. 

Umframt at hetta er ein skipan, tey hava góðar royndir av í Danmark, fer hetta eisini at lætta um trýstið á fongslið í Mjørkadali, har tað mangan sita so nógv, at tað er trongligari enn gott er.