Nú kunnu tey sita heitt og turt og bíða

Tað er eitt gamalt ynski, sum nú verður uppfylt

Áki Bertholdsen
24. apríl 2024 kl. 20:53

Nú kunnu tey sita heitt og turt og bíða

Tað er eitt gamalt ynski, sum nú verður uppfylt.

Tey, sum ferðast út í Hest, ella úr Hesti aftur, fáa nú betri umstøður.

Í kvøld hevur Tórshavnar býráð nevniliga samtykt at játta eina hálva millión til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.

Talan er um bíðirúm til fólk, ið ferðast við Strandferðsluni, men eisini til onnur, eitt nú fólk, ið fara út í Hest við frítíðarbátum.

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Havn biðið um tilboð uppá eitt bíðirúm, ið er sett saman av tveimum bingjum upp á 20 føtur hvør.