Nú liggur hann - enn eina ferð

Seinastu dagarnar hevur hasfjord havt fleiri trupulleikar - og nú liggur hann aftur

Áki Bertholdsen
19. mai 2023 kl. 21:14

Hasfjord, sum varð keyptur at røkja siglingina ímillum Gomlurætt og Skopun, hevur verið eitt rættiligt óeydnuskip.

 Eftir at Hasford var klárur at seta í sigling aftur í gjár eftir eftirlit frá skipasýninum, stungu trupulleikar seg upp við bóvskrúvuni. 

Og samstundis fekk hann aftur um skrúvuna í Skopunar Havn. Sostatt liggur hann – aftur, sigur Nils Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, í tíðindaskrivi.

Hetta er triðju ferð upp á stutta tíð, at skipið fær um skrúvuna í Skopunar Havn. 

Í fjør fekk Hasfjord eisini um skrúvuna har. Tá var talan um eitt traktordekk, og avleiðingin var ein kostnaðarmikil umvæling.

Í síðsta mánað fekk hann eitt lastbiladekk um skrúvuna. Tað var ikki stórur skaði, men tað kostar bæði tíð og pening at fáa skipið siglingarklárt aftur.

Í gjár mátti boð sendast eftir sleipara úr Havn at flyta Hasfjord frá bryggju, so at Ternan slapp at. Kavari mátti eisini koma úr Havn at taka dekkið, hann fekk um skrúvuna hesa ferð og tað fingu tey av við hjálp frá traktorinum hjá einum bónda. 

Tað gekk  gott, og skaði var ikki komin á skrúvu og pakkdós. Sleipari og kavari kosta tó pening, og nógv tíð gongur við at fáa skipið siglingarklárt, sigur Niels Juel Arge.

– Skopunar Kommuna hevur stutt síðani boðað Strandferðsluni frá, at kavari hevði verið niðri og kanna havnina, og at har skuldu eingi dekk vera, sigur stjórin.

Men hann sigur, at Strandferðslan bað kavaran, ið fekk dekkið av skrúvuni á Hasfjord í gjár, hyggja niður undir skipið. 

– Har lógu fimm dekk, sigur Niels Juel Arge.

Í síðsta mánaða varð - eftir umbøn úr Sandoynni - gjørt av, at Hasfjord skuldi sigla longur, enn Strandferðslan hevði mælt til. 

– Skipið er so mikið gamalt og í so ringum standi, at kostnaðurin bara veksur dag fyri dag. Tann lítli vinningurin, ið kundi verið við at selja hann, ella høgga hann upp, er nú kanska etin upp, sigur hann.

Fáar dagar eftir avgerðina um at leingja siglingina, gekk høvuðsmotorurin heitur, tá ið eitt krumtapsleiði brendi av, og skaði kom á krumtapsaksilin.

Tað eydnaðist at finna fram til ein veitara í Onglandi, ið kundi umvæla umfatandi skaðan. Umvælingin kostar einar 1,2 milliónir krónur ið Strandferðslan ikki hevur játtan til.

Síðani varð farið í gongd við klassasýn, sum skuldi gerast. Fleiri partar gingu ígjøgnum sýnið, men standurin í trimum ballastangum er nú so vánaligur, at eingin endalig tíðarfreist er fyri, nær tangarnir skulu vera liðugt umvældir. 

Í ringasta føri er talan um eina stóra umvæling, sum líkist arbeiðnum at umvæla Ternuna í 2021, sigur Niels Juel Arge.

Eftir sýnið fekk Hasfjord eitt fyribils loyvi, ið er galdandi inn til hálvan juni. Men tað er treytað av, at ein útrokning fyri CO-2 útlátið er avgreidd og góðkend. 

Hetta er ikki eitt vanligt krav till ferjurnar Strandferðsluni, ið eru í innanlands sigling, men tað er eitt krav til Hasfjord, tíhann hevur siglt ímillum lond seinastu fimm árini. 

Væntandi fer Hasfjord aftur í sigling týsdagin 23. Mai, sigur Niels Juel Arge.