Nú skal føroyameistarin í pool finnast

Í morgin, fríggjadagin, verður finalan í Meistaradeildini 2022 í pool spæld í ítróttarbarrini, Landskrona

Ólavur Kjølbro vann gull á Føroyaleikunum fyrr í summar og er nú í finaluni í Meistaradeildini 2022 (Mynd: Føroyaleikir)
Sigurjón Einarsson
4. august 2022 kl. 12:14

Tað var tann 15. februar í ár, at ársins Meistaradeild í pool varð skotin í gongd, og í morgin, fríggjadagin 5. august, skal føroyameistarin fyri 2022 finnast.

Kappingin hevur verið skipað sum ein einstaklingakapping, har dystir hava verið vikuliga millum allar luttakararnar, og nú er komið fram til, hvør skal spæla ársins finalu í Meistaradeildini.

Tað eru Ólavur Kjølbro og César Hora, sum koma at kappast um meistaraheitið í morgin. César gjørdist nummar tvey í einstaklingakappingini í fjør, meðan Ólavur er við fyri fyrstu ferð í ár. Ólavur Kjølbro vann eisini gull í pool á Føroyaleikunum tann 2. juli í ár.

Edmund á Borg Ferber spældi seg til 3. plássið í ársins kapping, tá hálvfinalurnar vórðu leiktar tann 28. juni.

Finalan, sum verður spæld í Landskrona-ítróttarbarrini, byrjar í morgin, fríggjadagin, klokkan 17.