Nú skulu býbussarnir í Havn koyra nógv meiri

Serliga skulu teir koyra meiri um kvøldið og um vikuskiftini

Áki Bertholdsen
24. apríl 2024 kl. 10:34

Nú skulu bussarnir hjá Bussleiðini í Havn, koyra nógv meiri enn teir hava gjørt. Tað er ein ætlan, Tórshavnar býráð arbeiðir við og málið verður nú lagt fyri býáðið. Men tað hevur so mikið stóra undirtøku, at tað er eingin ivi um, at tað verður samtykt.

Hetta er eitt lið í arbeiðnum hjá býráðnum at gera kommununa grønari og tey halda, at í hesum sambandi hevur tað stóran týdning at bøta um almennu ferðsluna við Bussleiðini.

Endamálið við teirri ókeypis bussleiðini í Tórshavnar Kommunu, er at fáa fólk at lata bilin standa, men at brúka bussarnar ístaðin.

Býráðið sigur Bussleiðin hóskar væl til dagliga ferðing hjá skúlabørnum og øllum, sum hava ørindi í dagtímunum. Og hon er eisini væl brúkilig hjá teimum, sum búgva nakrar kilometrar frá arbeiðsplássinum.

Men fyri at enn fleiri skulu fara at brúka bussarnar, er neyðugt at Bussleiðin verður útbygd við fleiri túrum eftir vanliga arbeiðstíð, um kvøldið og í vikuskiftinum, sigur býráðið.

– Skulu fólk av álvara fara at brúka bussarnarm má Bussleiðin koyra fleiri túrar, serliga um kvøldið og um vikuskiftið sigur býráðið. Tey siga, at hetta er eitt, nógv fólk hava gjørt vart við. 

Tí fer býráðið nú at samtykkja, at játta Bussleiðini tvær milliónir afturat í ár, og tað merkir, at bussarnir kunnu koyra góðar 2,000 tímar meiri enn teir hava koyrt higartil.

Leið 1, er tann nógv mest brúkta rutan hjá Bussleiðini. Henda rutan koyrir av Hamaranum á Argjum, ígjøgnum býin, niðan í Hoyvík og Inn á Gøtu, og út aftur til Hamaran. Rutan koyrir framvið Landssjúkrahúsinum, skúlum, kirkjum, samkomuhúsum og ítróttaøkjum. 

– Tí er besta loysnin at seta fleiri eykatúrar inn á hesa rutuna, bæði gerandisdagar, leygardag og sunnudag, sigur býráðið.

Uppskotið er gerandisdagar skal Leið 1 koyra ein tíma longur, so at hon koyrir til klokkan 17.36 har hon nú gevst klokkan 16.36.

Men sum nakað nýtt, fer leið 1, sum byrjar at koyra klokkan 7.35 á morgni av Hamrinum, at koyra til klokkan 23.21. Tað merkir, at tveir bussar fara at koyra á leið 1 um kvøldið, soleiðis at teir koyra hálva hvønn tíma.

Leið 2, sum byrjar av Norðasta Horni klokkan 6.45 á morgni, fer at koyra ein tíma longur út á dagin og gevst klokkan 17.31, í staðin fyri sum nú, har hann gevst klokkan 16.31.

Leið 4, sum byrjar við Glasir klokkan 7.50 á morgni, koyrir eisini ein tíma longur út á dagin og gevst at koyra klokkan 18.36, ístaðin fyri sum nú, klokkan 17.36.

Leygardagar byrjar Leið 1 at koyra klokkan 10.05, men nú fer bussurin at  byrja ein túr fyrr um, ella klokkan 09.05. Og somuleiðis fer hann at koyra ein túr longur umkvøldið og gevst klokkan 23.51, í staðin fyri sum nú. klokkan 22.51.

Sum nakað nýtt, fer ein bussur afturat at koyra á leið 1 frá klokkan 9.35 til klokkan 23.21. Hetta merkir, at bussur koyrir tvær ferðir um tíman á leið 1 leygardag, í staðin fyri sum nú bara eina ferð um tíman.

Leið 2 koyrir ein túr longur um kvøldið og gevst klokkan 23.51, í staðin fyri sum nú. klokkan 22.51. Leið 3 koyrir somuleiðis ein túr longur um kvøldið og gevst klokkan 23.26, í staðin fyri sum nú, klokkan 22.26.

Sunnudag fara leið 1, leið 2 og leið 3, at koyra tveir túrar longur út á kvøldið og gevast ávíkavist klokkan 20.51, klokkan 20.51 og klokkan 21.26. Sum er gevast teir allir umleið klokkan 19.