Nú skulu føroyingar kunna sita í fongsli - heima hjá sær sjálvum

Sama skipan, sum er í Danmark, verður nú eisini sett í gildið í Føroyum

Myndin er frá kriminalforsorgini
Áki Bertholdsen
25. mai 2023 kl. 08:30

Nú skal tað bera til hjá føroyingum, sum eru dømdur at sita í fongsli í stutta tíð, at sita heima hjá sær sjálvum.

Nú skal tað nevniliga bera til at geva teimum, sum eru dømd at sita í stutta tíð, eina fótfjøtur, ella fótleinkju um økilin og so kann viðkomandi sita dómin heima.

Hetta er sama skipan, sum er galdandi í Danmark, sum nú verður sett í verk í Føroyum eisini.

Tað eru bara tey, sum eru dømd at sita í seks mánaðir, ella styttri, sum fáa møguleikan at fáa eina elektroniska fótfjøtur, so at tey kunnu sita dómin heima við hús - men kortini undir strongum eftirliti.

Teir fangar, sum vilja hava tann møguleikan, skulu søkja um tað.

Tað merkir, at viðkomandi kann ikki fara heimanífrá uttan við loyvi frá kriminalforsorgini. Tað er eisini ein treyt, at viðkomandi røkir sítt arbeiði, ella sína útbúgving og hvørki drekkur, ella tekur rúsevni.

Men skipanin í Føroyum verður kortini lagað til føroysk viðurskifti, har veðrið onkuntíð er so ringt, at tað ikki ber til at ferðast ímillum heim og arbeiðspláss, ella heim og skúla.

Samstundis verður ein skipan eisini sett í gildið har fangar, sum skulu sita longri enn seks mánaðir, kunnu sita heima tann síðsta partin av dóminum við fótfjøtur, men tað verður undir strongum eftirliti.

Ein slík skipan kann setast í verk, tá ið viðkomandi hevur sitið ein triðing av dóminum og tá ið kriminalforsorgin annar metir, at viðkomandi ikki ger sær dælt av skipanini. 

Men tað kann kortini í fyrsta lagi verða sett í verk átta mánaðir áðrenn viðkomandi kann væntast at verða royndarleyslatin.

Undir øllum umstøðum er tað ein treyt, at fangin hevur eitt hóskandi arbeiði við eini hóskandi løn og at umstøðurnar heima eru soleiðis, at tað letur seg gera.