Nú var tolið hjá løgregluni uppi

Fýra bilførarar vórðu tiknir upp á ein tíma

Hesi skeltini hava nógvir bilførarar ikki vant seg við
Áki Bertholdsen
10. juli 2024 kl. 08:45

Á Velbaðstaðvegnum ígjøgnum Havnardal, ímillum býlingin, sum vanliga verður kallaður Vestmannabjørgini og út um Norðasta Horn, hevur tað verið loyvt at koyra 80.

Nakað síðani varð hámarksferðin kortini sett niður til 60 - men tað eru tað ikki allir bilførarar, sum hava fingið við.

Løgreglan sigur, at tey hava verið har fleiri ferðir, uttan at hava skrivað bøtur. Men nú hava bilførarar havt so mikið góða tíð at laga seg til tann nýggja veruleikan, at nú er tolið hjá løgregluni, uppi.

Løgreglan sigur, at tey vóru á Velbastaðvegnum í ein tíma í gjáramorgunin og bara hesa tíðina, vórðu fýra bilførarar tiknir.

Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 76 og 80 kilometrar um tíman. Men verri varð hjá tveimum øðrum bilførarum, tí teir mistu koyrikortið treytað fyri at koyra nakrar og 80 kilometrar um tíman og teir báðir mugu so taka koyrikortið av nýggjum.