Nú verða 11 jólatrø í Tórshavnar Kommunu, tendrað

Les her hvar og nær tað verður

Kirkjubøar kirkja á jólum
Áki Bertholdsen
18. november 2023 kl. 11:09

Tórshavnar Kommuna er stór við nógvum bygdum og býarpørtum og tey skulu hava hvør sítt jólatræ. Og hesa næstu tíðina verða heili 11 jólahald runt umkring í kommununi, har jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 25. november klokkan 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu. Eisini verður gestarøðari úr Íslandi.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 26. november klokkan 15.30. Teistin fer av Gomlurætt klokkan 14.30 og úr Hesti klokkan 19.30. Frelsunarherurin spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 26. november klokkan 14.30. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 26. november klokkan 16. Havnar Hornorkestur spælir. Ólavur Eysturdal, prestur, ber fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember klokkan 15.30. GHM spælir. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ber fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 2. desember klokkan 17. GHM spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember klokkan 17. Ternan fer av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, ber fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember klokkan 17. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember klokkan 18.30. GHM spælir. Súsanna Olsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 5. desember klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.