Hoyvík skal verða valstað

Hoyvík verður triðstørsta valstað í landinum

Ragnar Sjúrðarson
23. januar 2023 kl. 16:10

Fíggjarnevndin samtykti í farnu viku at skipa Hoyvík sum valstað. Málið varð beint í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum í innlendis- og lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen. 

Vallutøkan í størsta valstaðnum í landinum til løgtingsvalið í 2022 var eitt vet lægri enn í 2019. Summi vildu vera við, at longu bíðirøðirnar framvið Høllini á Hálsi áttu skyldina. Tá byrjaði kjakið aftur um at skipa Hoyvík sum valstað.

Tróndur Sigurðsson kallaði tað fyri ein demokratiskan trupulleika, at fólk í Hoyvík ikki sleppa at velja í Hoyvík, tí fólk kunnu setast aftur takkað verið longu bíðirøðunum.

Til løgtingsvalið í 2022 vóru 13.482 borgarar skrásettir í størsta valstaðnum í landinum. Verður Hoyvík valstað lækkar veljarafjøldin í Tórshavn við umleið 25%.

Klaksvík er næststørsta valstað í landinum. Til løgtingsvalið í 2022 høvdu 3853 fólk valrætt í Klaksvík. Hevði Hoyvík verið valstað høvdu 3.284 borgarar havt valrætt í Hoyvík.

Málið kemur fyri á býráðsfundi nú hósdagin.