Nú verður public service sáttmáli gjørdur aftur

Ongin sáttmáli hevur verið millum Kringvarpið og mentamálaráðið síðani 2020

Árni Gregersen
21. februar 2024 kl. 07:36

Sjálvt um vit hava nógvar skipanir, lógir og reglugerðir í Føroyum, so er tað ikki altíð at vit megna at halda tær og dagføra tær so hvørt.

Eitt dømi er public servcice sáttmálin hjá Kringvarpi Føroya við almennu Føroyar.

Hesin sáttmálin skal tryggja at Kringvarpið røkir ávísar skyldur, sum fylgja við kringvarpsgjaldinum, sum stovnurin fær.

Seinasti sáttmálin fór út gildi í 2020, men nú kemur so ein nýggjur sáttmáli. Landsstýriskvinnan. Sirið Stenberg, fer at leggja uppskot  fram um ein slíkan sáttmála á tingfundinum, sum verður í morgin.