Nú verður skiljirist eitt krav

Skiljirist skal nú brúkast í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi. Nýggj kunngerð um skiljirist kemur í gildi 1. september

Sigurjón Einarsson
23. juli 2021 kl. 16:50

Fiskiskapur við botntroli í føroyskum sjógvi skulu nú hava innsetta skiljirist í trolið, uttan mun til meskastødd í posanum.

Skiljiristin skal vera úr hørðum plasti, sum stendur mát undir trýsti. Ristseksjónin skal setast inn millum bellin og millumstykkið. Stødd á ristini innan fyri rammuna skal vera 1,70 metrar høg og 1,262 metrar breið. Gloppið millum rimarnar í ristini skal vera í minsta lagi 55 millimetrar. Ristin skal hella niðureftir, soleiðis at fiskur, sum kemur aftur ímóti ristini, og sum sleppur millum rimarnar, fer ígjøgnum ristina og úr trolinum, ímeðan tann størri fiskurin, sum ikki sleppur millum rimarnar, fer niðureftir og aftur í trolposan. Ikki er loyvt at nýta hjáveiðiposa.

Skiljiristin hevur til endamáls at skilja stóran fisk frá smáum, soleiðis at tann smærri fiskurin fer gjøgnum ristina og út, ímeðan størri fiskurin verður leiddur aftur í posan.

Kunngerðin fevnir tó ikki um beinleiðis veiðu eftir blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski, gulllaksi og fiskifør í bólki 4 T – trolbátar á landleiðini.

Vørn kann taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot verður framt sambært nýggju kunngerðini, har millum annað rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til fýra vikur hvørja ferð.

Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2021.