Nú verður tað bara ein beinleiðis niðurflytari

Tá ið farið verður undir endaspælið um FM hava seks tey ovastu stigini við sær frá 18 teimum fyrstu umførunum

Jóannes Hansen
25. november 2023 kl. 16:36

Kappingarleisturin í landskappingini í fótbólti verður broyttur. Soleiðis verður tað, um tað verður, sum kappingarnevndin ætlar. Sum tað varð greitt frá hósdagin, so er uppskotið hjá kappingarnevndini, at kappingin verður býtt í tvey, so tey bestau spæla endaspæl um FM, og hini spæla endaspæl um at sleppa undan at flyta niður.

Í fyrsta lagi spæla øll ímóti øllum á heimavølli og á útivølli. Tað vil siga í kapping, sum fevnir um 18 umfør.

So spæla seks tey ovastu endaspæl um FM, heiðurmerki og pláss í Europa. Tá hittast tey aftur á heimavølli og útivølli. Liðini hava øll stigini við sær frá grundspælinum og til saman fevnir kappingin hjá teimum um 28 umfør – 18 í grundspælinum og 10 í endaspælinum.

Fýra tey niðastu í grundspælinum spæla um at sleppa undan at flyta niður. Liðið, sum eftir grundspælið og seks dystir í endaspæli ella til saman 24 dystir, endar aftast, fer at flyta niður. Nummar 8 og 9 spæla um at sleppa undan at vera við í finalu um niðurflyting. Liðið, sum endar á áttanda plássi, eigur heimavøll, og taparin fer at spæla finalu um pláss í bestu deildini ímóti næstovasta liðnum í næstbestu deildini.

Møguleikin er umrøddur, at vinnarin av niðara endaspælinum fer at vinna peningaupphædd.

Í 1. deild verður endaspæl  millum tey fýra ovastu, sum kunnu flyta upp. Vinnarin flytur beinleiðis upp, og nummar tvey og trý dystast innanhýsis um pláss í finalu um pláss í bestu deildini. Finalan verður ímóti nummar níggju í bestu deildini.

Í gjárkvøldið og í dag hevur kappingarnevndin kunnað feløgini um uppskotið. FSF hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar um eina viku – leygardagin 9. desember – og tá er ætlanin, at endalig avgerð fer at verða tikin um, hvussu kappingarleisturin verður í 2024.