Nú verður tatoverings-festivalur aftur í Havn

Men fyrireikararnir minna á at tað er strangt aldursmark fyri at fáa eina tatovering

Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 14:30

Vikuskiftið 3.-5. mai verður aftur tatoverings-festivalur í Havn. Og enn einaferð verður tað Dansifrøi, sum verður karmurin um FO Tatt Fest.

Fyrireikararnir siga. at 20 tatovørar og piercarar koma til Føroya í hesum sambandi. Hetta er 12. ferð at hesin festivalurin er í Føroyum og tað fegnast tey um, tí tey halda, at hetta er eitt slag av list, sum eigur at fáa størri rúmd og viðurkenning.

Umframt at tatovera, verður eisini fólkatónleikur, tungmálms-tónleikur, drag-show og listaframsýning, kappingar og annað.

Men samstundis minna fyrirreikararnir eisini á, at tað er strangt 18 ára aldursmark er fyri at fáa eina tatovering og fyri at sterkt úr barrini. Men børn og ung undir 18 ár eru annars vælkomin á stevnu.

Í nevndini fyri Føroya Tatt Fest eru: Palli Sch. Throsteinsson, Karin Haraldson, Laura Apol, Benjamin Petersen, Brandur Patursson og Halgerð Midjord Mikkelsen.