Nú vilja tey ikki bíða longur

Tey krevja at samgonguni, tekur eina støðu alt fyri eitt

Áki Bertholdsen
8. september 2023 kl. 15:16

Nú er tíðin er komin at gera tað greitt sitandi samgongu, at nú má okkurt henda. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.

Árið er farið at hella og fíggjarætlanirnar fyri næsta ár skulu leggjast. Samstundis hevur landsstýrið lovað at seta tiltøk í verk, sum vera dýr fyri kommunurnar. Ávísir samfelagsbólkar skulu hava eina serliga lønarhækking, arbeiðsvikan skal styttast og skatturin skal lækkast.

Harumframt er føroysku havnirnar stongdar fyri russiskum skipum, umframt at høgri avgjøld eru løgd á alivinnuna og á fiskivinnuna. 

Alt hetta eru viðurskifti, sum hava, og sum fara at hava, stóra ávirkan á fíggjarviðurskiftini hjá kommununum.

Men formaðurin í Kommunufelagnum átalar, at einki hendur og at samgongan ikki tekur nakra avgerð í hesum málum so at tey vita, hvat kommurnar hava at halda seg til.

–  Allar kommunur sita í hesum døgum og meta um inntøkur og útreiðslur fyri næsta ár. Trupulleikin er kortini, at har liggja stórar rokningar og stórar inntøkur og bíða eftir okkum í Tinganesi, sigur Tórbjørn Jacobsen.

– Vit kenna bara ikki upphæddirnar, og tí er grundarlagið fyri at gera fíggjarætlanir alt ov óvist, leggur hann afturat.

Í stóran mun vera tað kommunurnar, sum skulu bera tað serligu lønarhækkingina, tí tað eru mest kommunal starvsfólk, sum skulu hava meira í lønarposan frá 1. januar. 

– Landsstýrið hevur lovað kommununum fíggjarligt endurgjald, og tað krevur lógarbroytingar, men kommunurnar hava onki slíkt uppskot sæð enn, sigur hann.

– Kommunurnar vita ikki enn, hvussu inntøkurnar av avgjøldunum verða býtt ímillum landskassan og kommunurnar og kommunurnar vita heldur ikki,  um tær, longu á nýggjárinum, skulu finna fleiri starvsfólk at vera um børnini í dagstovnunum og at taka vaktir á røktarheimum og í heimatænastuni av tí at arbeiðsvikan verður stytt.

– Havnastongsulin er seinasta málið, sum hevur borið við sær, at kommunalu inntøkurnar eru skerdar. Landsstýrið hevur sagt seg vilja bera niðurgongdina í kommunalu inntøkunum, sum havnastongsulin hevur havt við sær, men enn hava vit onki ítøkiligt frætt um hetta úr Tinganesi, sigur formaðurin.

– Og nú er tíðin komin til, at tað er neyðugt at gera greitt fyri sitandi samgongu, at omanfyrinevndu viðurskifti verða avgreidd alt fyri eitt, annars hongur kommunali búskapurin heilt einfalt ikki saman frá og við 1. januar, sigur Tórbjørn Jacobsen.