Ny Carlsbergfondet stuðlar Listasavni Føroya við stórari upphædd til listainnkeyp

Ny Carlsbergfondet hevur valt at stuðla Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Heili átta nýggj og týdningarmikil verk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av savninum

Edward Fuglø (f. 1965) Whale-War, 2019. (Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
Tíðindaskriv
22. apríl 2022 kl. 09:07

Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Stuðulin fer til at keypa listaverk eftir Edward Fuglø, Astri Luihn, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Titu Vinther, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Sigrun Gunnarsdóttur. Seks av verkunum verða í løtuni sýnd fram á savninum. Stuðulin ger tað møguligt at keypa hesi verkini, soleiðis at tey verða ein fastur partur av samlingini.

Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um serstaka stuðulin:

- Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.

Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya. Savnið er opið týsdag til sunnudag frá klokkan 13-16. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá klokkan 11-17.

Myndir og tekstur um listaverkini eru at finna á www.art.fo.