Nýbrot í primetime

Tað eru byltingar- og broytingartíðir, vit liva í. Ein still kollvelting

Birgir Kruse/birkblog
25. oktober 2022 kl. 13:09

Meðan vit steðga vetrarsigling til Íslands og koyring um Eiðisskarð, tí nú verður afturfall í Føroyum, er Bretland so framsøkið, at tað tekur til sín yngsta og fyrsta hindipraktiserandi forsætisráðharra, sum ikki er hvítur, indiskt ættaða Sunak. 

Samstundis vísir heimliga Kringvarpið fyrstu homoseksuellu samlegu í bestu føroysku sjónvarpstíð, fyrst leygarkvøld og so aftur sunnukvøld, meðan hinduistar halda diwali at fagna ljósinum. 

Her er einki at taka feil av. 

Ljósið er tendrað og tingini verða víst og sett beint fram, akkurát sum tey eru. Einki fjalt, einki mótmæli, eingin ávaring, bara ein varislig orðing frá Geytavertinum, sum ikki ætlaði sær at fylgja viktoriansku ráðunum frá eini farnari tíð, tá India var prangandi gimsteinurin í bretsku heiðurskrúnuni.

Tað eru byltingar- og broytingartíðir, vit liva í.

Ein still kollvelting.

Partur av tankanum hjá fallerandi Bretlandi er helst at fáa aftur hugasambond til India, sum er skjótast vaksandi fólk í heiminum, so asiatiska kappingin at tekkjast Kina og Russlandi ikki er uttan mótspæl úr Evropa.

Ikki minni týdningarmikið statement er tað, at filmurin hjá Mariu Winther Olsen, Ver her, varð vístur út í hvørja stovu, tí hann slapp við í endaumfarið í Geytanum.

Nú hann eftir tíggju árum rakti eitt lágpunkt í luttøku, kunnu vit við amerikanskari Trumpfyrimynd hyggja frameftir og siga "Let’s Make Geytan Great Again". 

Og vit kunnu fara eitt stig longur á sama hugsaða hvítkritað amerikanska palli, og við Black Lives Matter í huga, siga "Inclusion Matter". At vera inkluderandi ger allan munin. Eisini hjá samkyndum í Føroyum.

Mín favorittur at vinna Geytavirðislønina var filmurin hjá Mariu Winther Olsen Ver her við Búa Dam og Mike Viderø í leiklutunum. 

Eftir at hava sæð filmin bæða á lørifti og á skermi, kemur mær til hugs tesuna hjá Roger Ebert, sum fekk journalistisku Pulitzervirðislønina fyri at ummæla film, um, at filmur er ein empatimaskina, og at júst hetta er styrkin og eyðkennið við hesi listagrein, hin sjeynda og nýggjasta, sum byggir á allar hinar kendu. 

Sjálvt Símin Ósá gevur hesum filmi 6 av 6 møguligum stjørnum. So vit kunnu siga, at í Føroyum er tað nú eisini staðfest: Geytafilmur er empatimaskinan burturav. Hetta var størsta nýbrot í føroyskari primetime. Just sayin’, Ver her.

Hetta er ein bloggur frá Birgiri Kruse, sum stendur at lesa á heimasíðuni, birkblog.