Nýggj kanning: Soleiðis ávirkarar skermtíð tíni børn

Ov nógv skermtíð hjá teimum heilt smáu kann geva álvarsamar trupulleikar seinni í lívinum, vísir ein nýggj kanning

Ein niðurstøða í nýggjari kanning vísir, at tað kann hava álvarsamar avleiðingar, um smábørn fáa ov nógva skermtíð
Sigurjón Einarsson
14. februar 2023 kl. 13:59

Øll ovurnýtsla er skaðilig, og tað sama ger seg galdandi, tá tað snýr seg um skermtíð hjá heilt smáum børnum, vísir ein nýggj kanning.

Tað kann hava stórar avleiðingar at lata tey smáu sita og hava ein skýggja frammanfyri sær ov leingi, vísa granskarar frá National University of Singapore á.

Tað skrivar Berlingske.

Kanningar hjá granskarunum vístu, at hjá pinkubørnum, ið høvdu havt eina skermtíð upp á umleið tveir tímar um dagin, vóru kognitivu førleikarnir viknaði seinni í lívinum. Heilt ítøkuliga snýr tað seg um avbjóðingar við at minnast, høvdu truplari við at hugsavna seg og dugdu eisini verri við at laga seg eftir umstøðunum.

Í alt hava granskararnir kannað 437 børn, tá tey vóru eitt ár, og so vórðu somu børn kannað aftur, tá tey vóru 18 mánaðir, og so aftur tá tey vóru níggju ár.

Uppalingin spælir ein leiklut
Sambært Albert Gjedde, sum er heilagranskari og professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn – og sum Berlingske hevur tosað við, so er tað ikki bara skermtíð, sum er tann einasti faktorurin, sum ger seg galdandi, tá tað kemur til broytingar í heilanum hjá teimum smáu. Tí hóast hann heldur, at tað er skelkandi, at nøkur børn hava so nógva skermtíð, sum kanningin sigur, so heldur hann, at uppaling av børnum eisini spælir ein leiklut.

– Eg ímyndi mær, at tey foreldur, sum geva sínum børnum ein skýggja frammanfyri seg, tá tey eru eitt-ára gomul, eru nøkur foreldur, ið kanska stilla færri krøv til síni børn ella eru kanska ikki so áhugaði í sinum børnum, greiðir professarin frá við Berlingske.

Hann vísir eisini á, at tað kann ganga rúm tíð, áðrenn vit endaliga kunnu gera niðurstøður um avleiðingar vegna skermtíð hjá børnum og ungum.