Nýggja nevndin í Amnesty hevur skipað seg

Amnesty International Føroyar hevur fingið nýggja nevnd, sum hevur skipað seg. Samstundis hava tveir nevndarlimir takkað fyri seg

Tíðindaskriv
8. mai 2021 kl. 14:15

Á fundi 6. mai skipað nývalda nevndin, sum varð vald á aðalfundinum tann 29. apríl, seg soleiðis:

Turið Maria Jóhansdóttir, forkvinna

Regin Berg, næstformaður

Ugur Kevioglu, kassameistari

Annika Malunardóttir, nevndarlimur

Heiða G. Nolsøe, nevndarlimur

Anna Joensen-Næs, tiltakslimur

Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur

Milia Egilsnes, tiltakslimur

Amnesty International Føroyar hevur trý høvuðsmál:

1. At upplýsa um altjóða mannarættindi

2. At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna úti í heimi

3. At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna her heima

Seinnu árini hevur Amnesty arbeitt við at uppbyggja viðkomandi samstørv um afturvendandi tiltøk. Nýggja nevndin fer at leggja seg eftir at styrkja hesi samstørv, tí okkara royndir hava víst, at vit røkka nógv longur, tá vit arbeiða saman so breitt og so nógv sum gjørligt.

Dømi um afturvendandi tiltøk eru SAMTYKKIátøkini, VIKA SEX, tiltak á altjóða Holocaustdegnum, skeið í mannarættindum og árliga skriva fyri lív átakið. Eisini senda vit trý altjóða mál út umvegis okkara SMS-skipan hvønn mánað, sum snúgva seg um altjóða viðurskifti.

“AFTURAT HESUM FER NÝGGJA NEVNDIN FRAMHALDANDI AT ARBEIÐA VIÐ OG LEGGJA TRÝST Á FØROYSKU MYNDUGLEIKARNAR UM AT BØTA UM FONGSULSVIÐURSKIFTINI Í FØROYUM, OG SJÁLVSAGT EISINI AT TRÝSTA FYRI, AT ARBEIÐIÐ VIÐ EINI SAMTYKKILÓG BER Á MÁL”, SIGUR TURIÐ MARIA JÓHANSDÓTTIR, SUM VAR AFTURVALD SUM FORKVINNA.

Vit gleðast eisini um, at vit í løtuni hava ein virknan ungdómsbólk, sum eisini hevur fleiri spennandi tiltøk á skrá. M.a. at skipa fyri kunnandi tiltaki um, hvussu ung kunnu vera virkin í frítíðini.

Ein stór tøkk til Eyðgerð og Barbaru

Á aðalfundinum takkaðu vit hjartaliga Barbaru Jacobsen og Eyðgerð Mørkøre fyri teirra stóra innsats seinastu nógvu árini í nevndini hjá Amnesty í Føroyum.