Nýggja stýrið á Bústøðum hevur skipað seg

Fríggjadagin kom tíðindaskriv, har tað stóð, at gamla stýrið á Bústøðum var koyrt til hús. Nýggja stýrið hevur havt sín fyrsta stýrisfund í dag. Nýggjur formaður er Teitur Samuelsen

Nýggja stýrið á Bústøðum saman við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø. Á myndini eru: Henny á Líknargøtu, Jóhanna Lava Køtlum, landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, Regin W. Dalsgaard og Teitur Samuelsen, formaður. Petur Even Djurhuus vantar á myndini
Sigurjón Einarsson
27. juni 2022 kl. 17:22

Í dag var nýggja stýrið á Bústøðum fyri fyrstu ferð saman. Eftir fund við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevði stýrið sín fyrsta stýrisfund. Stýrið skipaði seg við Teiti Samuelsen sum formanni.

Fríggjadagin í farnu viku kom tíðindaskriv úr Almannamálaráðnum, har landsstýrismaðurin við almannamálum, Sólvit E. Nolsø, grundgav fyri, hví hann hevði skift gamla stýrið í Bústøðum út við eitt nýtt.

– Vantandi stev og eingi útlit fyri at umstøðurnar batna næstu tíðina og tí hevur hann valt at skifta stýrið út og velja nýggjar limir., var grundgevingin hjá landsstýrismanninum at koyra gamla stýrið fyri Bústaðir til hús.

Í fráfarandi stýrinum sótu Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Hans Jákup Drangastein Johansen og Regin Djurhuus Hammer. Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen, sum í dag er valdur til formann í nýggja stýrinum fyri Bústaðir.